Glasstovan

Í Glasstovuni kunnu tit, við góðum útsýni yvir Havnina, njóta eitt gastronomiskt upplivilsi.

Køkurin býður bæði føroyskar serrættir og mat á altjóða støði, borðreitt við góðum víni úr Vínkjallaranum, sum tænararnir fegnir veita tykkum góð ráð um.

Í Glasstovuni kunnu 100 gestir sita væl, so matstovan er bæði stór og rúmlig. Tað avlanga skapið ger hana kortini hugnaliga og serstaka. Dagsljósið og tað stórsligna útsýnið seta sín avgjørda dám á matstovuna.


Glasstovan er soleiðis opin hvønn dag:

Morgundrekka

07.00 – 10.00

Lunch

12.00 – 14.00

À la carte

18.00 – 22.00

 

 

TÍÐINDI
18.03.2010Tíðindabræv
03.08.2009Nýggj sushibarr í Havn
10.05.2009Fimmstjørnu fundarstaður
SERTILBOÐ
 
Ólavsøka

 

4 stjørnur Hotel Føroyar • Oyggjarvegur 45 • 100 Tórshavn • Føroyar • Tel +298 31 75 00 • Fax +298 31 75 01 • hf@hotelforoyar.fo
Ment og forritað hevur Formula Media. Sniðgivið hevur IKON